4. flokkur granskar hjartað, lungu og nýru
Nú eru flest øll heystfjøllini gingin, og slaktið er av, og tí var tað gott, at vit fingu hendur á nøkrum mørum, sum vit kundu brúka í undirvísingini í 4.flokki.
Í náttúru og tøkni í 4.flokki er eitt evni Kroppurin – stóra samanspælið, og tí var upplagt at kanna hjartað, lungu og nýru á seyði, tá tey nú vóru atkomulig.
Tað eru ikki allir næmingar, sum halda tað vera so hugnaligt at síggja, skera og nerta við innvøl av seyði, og tí vóru tað heldur ikki øll, sum hildu seg framat, tá kannast skuldi, men tað vil so vera.
Vit royndu lunguni og blástu luft gjøgnum eina slangu, sum vit koyrdu gjøgnum vælindi niður í lungnapípurnar, so vit sóu, hvussu stór lunguni gjørdust, tá tey vóru fylt við luft. Tá skorið varð í lunguni, sóu vit eisini smá hol, sum eru alviolurnar, smáar bløðrur í lungnavevnaðinum, har blóðið fær ilt og letur koltvíiltu frá sær.
Tá vit skóru hjartað sundur, sóu vit tey fýra kømrini í hjartanum, og vit royndu at fáa skil á æðrunum til og frá hjartanum. Eisini samanbóru vit seyðahjartað við mannahjartað og sóu, at tey vóru eins stór.
Nýruni vóru spennandi at skera sundur, tí tvørskurðurin á nýranum vísir greitt, hvussu nýrað er bygt upp. Her vildu fleiri eisini royna seg við knívinum.
Her er ein greinastubbu um nýra og hvørja nyttu og uppgávu tað hevur.
Sum tit síggja á myndunum, so vóru tað nøkur, sum veruliga tóku við avbjóðingini og skóru sundur, granskaðu og kannaðu og løgdu undir mikroskopið. Tað var enn tá onkur, sum kannaði hár og húð undir mikroskopi.
Hetta er júst tað, sum endamálið er við lærugreinini, at skapa áhuga og forvitni, og tá tað er eydnast at birta hetta í næmingunum, so er nógv vunnið.





















