Nærveruvika á Skúlatrøð

23. oktober 2025

Í góðveðrinum í morgun savnaðust næmingarnir í miðdeildini, sum teir plaga, til morgunsang. Í morgun vóru umframt sang og Faðir vár góð tíðindi at frætta, tí í komandi viku verður skipað fyri nærveruviku á Skúlatrøð.

Skúlastjórin byrjaði við at tosa um skíggjanýtslu og umrøddi bæði fyrimunir og vansar. Tí í løtuni varpar Betri Trygging ljós á skíggjanýtslu og tær avleiðingar, sum merkjast av ovurnýtslu av skíggjanýtslu. Fyri børn og ung síggjast avleiðingarnar í og við, at tey kunnu fáa trupult við at savna seg og at málbera seg, umframt at einsemi, tunglyndi og skúlaaftran kann gerast vanligari.

Fyri at fyribyrgja tí, sum Betri Trygging - við støði í avbjóðingunum av skíggjanýtslu - sigur kann geva børnum og ungum TikTok-heilar, hava tey tikið stig til at geva skúlum borðspæl og fótbóltsborð við teirri vón, at tey ístaðin saman gerast virkin og hugbundin.

Í komandi viku verður í hesum sambandi, sum skúlastjórin eisini kunnaði um, skipað fyri nærveruviku á Skúlatrøð. Málið við nærveruvikuni er at skapa økt tilvit um tað ræðið, skíggjar hava fingið og at fáa eina betri javnvág millum skíggjanýtslu og fysiska samveru, soleiðis at størri dentur verður lagdur á nærveruna.

Tað finnast tíverri fá føroysk hagtøl um skíggjanýtslu – bæði hjá børnum ella vaksnum. Tí eru fólk hjá Betri Trygging farin at gera eina kanning fyri at fáa eina betri mynd av, hvussu støðan er í Føroyum. Ein kanning, sum Spyr.fo longu hevur gjørt fyri tey vísir, at 73% av føroyingum eru bundnir av skíggjum. Sostatt kann hugsast, at ovurnýtslan av skíggjum er vorðin ein ov stórur trupulleiki millum føroyingar.

Við øllum hesum í huga ynskir Betri samtakið, saman við næmingum í fólkaskúlanum, at vera við til at broyta hugburð. Hetta við at lata skúlanum ein pakka við ymiskum spølum, sum skal vera við til at stimbra næmingarnar oftari at spæla saman andlit til andlits, læra tey betri at avlesa kenslur hjá hvørjum øðrum, at samskifta og at loysa ósemjur.

Næmingar, lærarar og leiðsla gleða seg til nærveruvikuna og ynskja at takka fyri stórfingnu gávuna frá Betri samtakinum, sum er vælkomin, og sum fer at vera sjónlig millum næmingarnar á Skúlatrøð.