Vegghamar sum fyrimynd

24. oktober 2025

Næmingar í 7. flokki hava seinastu tímarnar í handverk og list arbeitt við eyðkendu listini hjá listamanninum Arnold Vegghamar. 

Arnold Vegghamar er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og hevur síðani hann var heilt ungur, málað. Tá hann var 24 ára gamal, fór hann til Danmarkar at læra til silvur- og gullsmið. Kendur er hann í Føroyum fyri litríkar og einfaldar málningar. Hann hevur seinastu mongu árini havt listaframsýningar ymsastaðni, og á veggjum í mongum føroyskum heimum hanga verk av Vegghamar.

Uppgávan hjá næmingunum var at finna vitan um listamannin og síðani at velja sær eitt av motivunum at mála. Tey skulu fáa málningarnar at líkjast og annars brúka egið hugflog.

Nú hanga prýðiligu myndirnar í gongini á Skúlatrøð, og sigast skal, at tær eru ikki til sølu.