Hug at eta ukrainskt ella indonesiskt?
Á Skúlatrøð eru vit so heppin at hava ein fjølbroyttan næmingaskara. Millum hesar næmingar hava vit næmingar ymsa staði frá og eisini úr fjarskotnum londum, sum ríka tilveru okkara.
Hvørja viku fáa einir 15 næmingar á skúlanum undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Her læra tey at tosa, lesa og skriva føroyskt og eisini læra tey um mentan okkara. Hetta skal jú gera tað lættari, skjótari og smidligari at gerast partur av føroyska samfelagnum.
Trivnaður er ein av avgerandi grundarsteinunum undir allari læring, og í tí sambandi hava vit eisini arbeitt fyri at koma at kenna mentan teirra. Ein av uppgávunum hevur verið at gjørt mat úr landi teirra. Her koma næmingarnir við uppskriftini, sum teir týða til føroyskt og sjálvsagt síðani sleppa at gera. Hetta gevur góðar løtur um ymiskar mentanir og góð prát.
Niðanfyri eru uppskriftir til ein indonesiskan og ein ukrainskan rætt. Nú eiga tit so royna tykkum, tí hetta var so sera, sera, sera leskiligt.
Vælgagnist!
Varenyky - ukrainskur rættur
Til deiggið
- 375 g av hveitimjøli
- 240 ml av heitum vatni
- 1 stórt egg
- 1 tesk. salt
- 1 súpisk. plantuolja ella smeltað smør
Til fylluna
- 4 miðal stór eplir, flust og morlað
- 1 miðal stóran leyk, skornan smátt
- 2-3 súpisk. av smøri ella olju (at steikja við)
- salt og pipar eftir smakki
At borðreiða við
- róma
- steiktan leyk ella smeltað smør
***
1. Ger fylluna
- kóka eplini í saltvatni, til tey eru passaliga bleyt uml. 20-30 min
- stoyt vatnið frá og morla eplini
- steik smátt skorna leykin í eini pannu í smøri ella olju til hann verður gyltur
- rør leykin saman við eplamorlinum. Kryddað við salti og pipari. Lat kólna
2. Ger deiggið
- Í einari stórari skál píska saman egg, vatn, salt og olju
- koyr mjølið í so við og við, so mikið at deiggið sleppur ílatinum
- elt deiggið í 5-7 min, til tað er “mjúkt"
- set at ganga á flógvum stað undir klæði til tað dupulta
3. Forma varenyky
- rulla deiggið út til umleið (3 mm) tjúkt
- ker sirklar við einum glasi (uml. 7 cm í vídd)
- legg 1 tesk. av fullu í miðjuna á hvørjum sirkli
- legg deiggið saman (runt um fylluna) og trýst kantarnar væl saman (sí mynd)
4. Kóka varenyky
- kóka vatn við salti í eini stórari grýtu
- legg Varenyky niður í grýtuna og rør varliga
- kóka til tey fóta í uml. 2-3 min.
5. Afturvið
- súrrúmi, steiktur leykur ella smeltað smør
Nasi Goreng - indonesiskur rættur
Tilfar
- 1,5 súpisk. av olju
- 2 bátar av hvítleyki
- 1 tesk. av reytt kili (valfrítt)
- 1 leyk
- 3 koppar av rísi
- 2 súpisk. av søtari soya sós (kecap manis)
- 2 tesk. av “shrimp pasta” (valfrítt)
- 4 høsnarungabringur
Afturvið
- egg
- tomat
- agurk
Soleiðis gert tú
1. Koyr olju á eina pannu
2. Set rísini at kóka
3. Sker leyk, hvítleyk og kili í smáar bitar og koyr á pannuna
4. Sker høsnarungan í passaligar bitar og á pannuna
5. Tá ið alt er væl steikt, koyr søta soyasós í
6. Koyr í pannuna og meira av søtari soyasós
Steik egg og sker tomatir og agurkir at hava afturvið.