Skifti í leiðsluhópinum

28. oktober 2025

Skifti í leiðsluni

Í dag var høvi at heilsa Leivur Vitalis og Dánjal Danielsen, nú teir hava skift arbeiðsuppgávur á Skúlatrøð.

Leivur Vitalis, sum hevur verið deildarleiðari í hádeild, hevur sagt seg úr leiðslustarvinum og fer at undirvísa. Dánjal Danielsen, sum hevur undirvíst, mest í hádeild, verður deildarleiðari í hádeild.

Jónleif Johannesen bar teimum eina heilsan við góðum orðum og gávum.

Vit á Skúlatrøð eru glað fyri, at teir báðir verða verandi á skúlanum og ynskja teimum blíðan byr í nýggju uppgávunum.