Mín jólabók 2025

30. oktober 2025

So er tíðin, tá ið jólini nærkast, aftur í hondum. Hetta merkir eisini, at Mín jólabók aftur er til keyps. 

Mín jólabók 2025 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

Bókin kann bíleggjast á netinum við at trýsta her, har goldið verður, og ein haldaraseðil til bókina er nú eisini tøkur, har tað stendur, at 'skal ein tryggja sær bókina fyri 1. desember, má hon verða goldin áðrenn 15. november'.