Sjálvbjargni og fotosyntesa
Sjálvbjargni og fotosyntesa
Sólin lækkar, og dagarnir styttast, men hóast tað, so hevur 4.a sett fræ niður í pottar, sum tey hava standandi í skúlastovuni.
Tankin við at planta grønmeti er jú ein partur av eini størri heild, har næmingarnir skulu læra sjálvbjargni. Teir skulu læra, hvussu vit kunnu gerast sjálvbjargin við at dyrka okkara egna grønmeti og liva burðardygt í einum fjarskotnum landi, sum Føroyar eru. Vit eru viðbrekin, um flutningurin uttan úr heimi av eini ella aðrari orsøk skuldi verðið órógvaður.
Plantan er neyðug fyri alt lív á jørðini, og var hon ikki til, so var onki lív, hvørki fyri menniskju, djór ella aðrar verur. Tað serstaka við plantuni er, at hon er framleiðari og føðir bæði seg sjálva, djórini og mannaættina.
Fyri at plantan skal nørast, má hon hava røttu umstøðurnar. Hon skal hava hóskandi sólarljós, vatn, føðslusølt og CO2. Hetta læra næmingarnir eisini.
Fotosyntesan
Tá vit tosa um plantulív, so koma vit ikki uttan um fotosyntesuna, sum á føroyskum eitur ljóssamruni. Allir grønir partar á eini plantu hava grønkorn í sær, og tað er í grønkornunum, at fotosyntesan fer fram.
Fotosyntesan er ein framleiðsla, sum fer fram í smáu grønkornunum inni í plantukyknuni, har orkan frá sólini verður umgjørd til evnafrøðiliga orku til allar livandi verur.
Plantan skal eisini hava vatn, og vatnið tekur hon upp gjøgnum røturnar, sum leiða vætuna og mineral upp gjøgnum æðrarnar. Hetta fer víðari út í bløðini og inn í kyknurnar til grønkornini.
Á undirsíðuni á bløðunum eru poknur, stomata, sum plantan andar ígjøgnum, her fær hon CO2 úr luftini og letur O2 útaftur í luftina.
Hetta er ein rímiliga einføld lýsing av fotosyntesuni, tí vit vita, at hyggja vit nærri, so er hetta ein evnafrøðilig tilgongd inni í grønkornunum, sum kann vera ov torfør at skilja fyri 4. flokk.
So fyri at royna at vísa teimum, hvussu fotosyntesan virkar, so gjørdu vit eina verkstovuroynd.
Vit koyrdu eina plantu í eitt glas við vatni og settu ljós á. Tá ein løta var gingin, sóu vit bløðrur koma á bløðini og onkur flotnaði upp til vatnskorpuna. Hesar luftbløðrurnar eru oxygenið O2, sum fotosyntesan hevur framleitt í grønkornunum, tá ljósið kom á hana, og sum plantan framleiðir og sendir út gjøgnum poknurnar á bløðunum. Plantan hevur andað CO2 inn, gjørt tað um og andar O2 út.
Stutt
Plantur gera mat sjálvar!
Plantur fáa orku frá sólarljósinum.
Fotosyntesa gevur okkum súrevni.
Uttan fotosyntesu hevði onki lív verið á jørðini!
Næmingarnir lærdu eisini eitt lítið fiff um gras, at um grasið í urtagarðinum verður sligið ov nær svørðinum, so kann tað doyggja, tí tað er jú tann grøni parturin á grasinum, sum framleiðir orkuna, sum grasið livir av.
Vit í 4.a eru spent uppá, hvussu fer at gangast við plantunum og mugu skaffa okkum eina vakstrarperu, nú dagsljósið er avmarkað hesa ársins tíð.