Fráfaringarløta fyri Bettu
Fráfaringarløta fyri Bettu
Í dag var fráfaringarløta fyri Elisabeth Joensen ella Bettu á Dalinum, sum hon ofta verður nevnd.
Jónleif Johannesen bað vælkomin og bar eina heilsan fram til Bettu. Hann tók sangin, sum Mikkjal á Ryggi týddi úr íslendskum Gud ger meg til eitt lítið ljós, og hugleiddi um, hvussu væl orðini í sálminum í øllum hóskaðu júst til Bettu og tað ljós, sum hon hevur verið alla sína tíð í skúlanum. Hon hevur arbeitt sum lærari síðani 1992.
Betta fekk nógv góð og fjálg orð á vegnum frá skúlastjóranum, frá Lenu í Buð, skúlastýrisforkvinnu og Sonju úr Fugloy, starvsfelaga. Betta hevur altíð havt serliga góð evni at siga frá søgum, og tað kom eisini fram í røðunum.
Betta hevði eina góða røðu sjálv, har hon tók gomul minni fram og við sínum frásøgukynstri segði onkrar stuttligar søgur.
Góður kórsangur setti eisini sín dám á fráfaringarløtuna, tá Sólblómurnar sungu. Sólblómurnar syngja sum einglar og eru lærarindur á skúlanum. Tá røður, sangur og gávur vóru lætnar, bjóðaði skúlastjórin til gott smyrjibreyð.
Vit á Skúlatrøð vilja takka Bettu fyri tey vøkru spor, hon hevur sett eftir seg hjá einstaklingum og skúlanum og ynskja henni Harrans signing í tí, sum hon nú fer undir at gera.
Her er sálmurin Guð, ger meg til eitt lítið ljós
Guð, ger meg til eitt lítið ljós
um lívsins stutta skeið;
sum hjálpir teim á rætta kós,
ið viltust burt av leið.
2. Guð, ger meg til eitt blomstur blítt,
sum brosar øllum mót,
sum tekur bæði kalt og lýtt
við tol á síni rót.
3. Guð, ger meg til eitt signað lag,
sum lívgar hug og sál,
sum birtir sól og summardag
og doyvir storm og bál.
4. Guð, ger meg til ein sterkan stav
at styðja veikar væl,
hjálp, at tað ljós, sum tú mær gav,
eg nýti, sum eg skal.
5. Guð, ger mær lyndi reint og ljóst
við halgum sálmalag
at bera troyst í stúrin bróst
og gera syrgin glað.