Vitlíki er bara eitt hjálparamboð

6. november 2025

Tað er hósmorgun, og klokkan ringir inn til fyrsta tíma. Vit hava sett Rógva og Sáru úr 8. flokki og Bjarta úr 7. flokki stevnu, tí tey mánakvøldið á felags foreldrafundinum løgdu fram um, hvussu tey síggja, at vit kunnu tillaga okkum til ein veruleika við vitlíki.

- Tað var leiðslan á skúlanum, sum heitti á næmingaráðið við ynski um eina framløgu til felags foreldrafundin, sum skuldi umrøða, hvussu vit sum næmingar hugsa, at vit kunnu tillaga okkum til ein veruleika við vitlíki, sigur Rógvi, sum gongur í 8. flokki, og sum á triðja ári er limur í næmingaráðnum.

Tað var mánakvøldið 3. november, at skúlastýrið á Skúlatrøð bjóðaði øllum foreldrum/verjum til felags foreldrafund við spurninginum: Hvussu kunnu vit tillaga okkum til ein veruleika við vitlíki.

Eftir at Lena í Buð, forkvinnan í skúlastrýrinum, hevði bjóðað vælkomin og kunnað um virksemið í skúlastýrinum, fekk Tóri Slættalíð orðið. Hann tosaði yvirskipað um vitlíki, um fyrimunir og vansar við nýggju tøknini og sjálvsagt eisini um, hvussu vit tillaga okkum til ein veruleika við vitlíki. Tað var áhugavert at hoyra, eru øll tey trý umboðini úr næmingaráðnum samd um.

- Vitlíki er jú ikki ein lærari, men eitt hjálparamboð, sum vit skulu læra at brúka rætt. Vitlíki er blivið bæði stórt og gott, so tað nyttar einki, at lærarar siga, at vit ikki skulu brúka tað, tí tað ber ikki til, heldur Sára.

- Tí hevur tí týdning, at vit gera okkum greitt, at vitlíki er so nógva ferðir meira enn bara ChatGPT. Her eru so nógv atlit at taka, og ChatGPT er bara ein lítil partur av øllum hesum, nevndir Bjarti, sum byrjaði í næmingaráðnum í fjør.

- Ja, tí vitlíki merkir, at tað er tilgjørt vit, ella Artificial intelligence (AI), sum ger tað møguligt hjá øllum sløgum av teldum til dømis at loysa trupulleikar, at stimbra til læring, at taka støðu til ymiskt, og tað er eisini eitt tól, sum kann hjálpa lærarum at rætta uppgávur, og sum kann gera tað møguligt at tendra ljósið inni í eini skúlastovu við einum klappi, tað er Snapchat filtur og so mangt, mangt. So ChatGPT og til dømis Copilot eru bara evarska lítlir partar av vitlíki, greiðir Rógvi frá.

- Á foreldrafundinum umrøddu vit mest, hvussu næmingar kunnu brúka vitlíki í skúlatíð, og hvussu vit kunnu læra at brúka tað vísiliga, tí sum er, er vandin, at næmingar brúka tað til at gera skúlatingini lættari. Vitlíki skal jú ikki gera nakað fyri okkum, men vit skulu læra at brúka tað sum eitt hjálparamboð, sigur Sára, sum júst er vald inn inn í næmingaráðið.

Sjálvt um nógv verður tosað um og arbeitt við vitlíki, so eru tey trý, Sára, Rógvi og Bjarti, á einum máli, tá ið spurt verður, um vitlíki nakrantíð fer at gera, at eitt nú lærarar verða arbeiðsleysir.

- Nei, neyvan, tí á fleiri økjum hava vit brúk fyri menniskjum, og vitlíki hugsar ikki sjálvt og hevur ongar kenslur, og tí kann tað ikki gera tað sama, sum menniskju kunnu, siga tey trý og leggja at enda afturat:

- Spurningurin er ikki um vit skulu brúka vitlíki, men heldur, hvussu vit kunnu brúka tað væl, so vit gerast enn betri til tað, sum vit ynskja at læra.

Alt í alt var hetta ein áhugaverdur foreldrafundur, sum eisini gav fólki nakað at hugsa um og vit takka Sáru, Rógva og Bjarta fyri prátið.