Arnarulunnguaq var undangongukvinna
Fríggjadagin fekk 5. d vitjan av Trine og Ninu, sum komu frá Det lille Teater í Keypmannahavn. Saman við næmingunum skaptu tær ein dukkuleik um grønlendsku kvinnuna Arnarulunnguaq, sum livdi frá 1896 til 1933.
Arnarulunnguaq er kend sum kvinnan, ið var ein týðandi partur av Knud Rasmussens 5. Thule-ekspeditiónini, sum vardi frá 1921 til 1924. Endamálið við rannsóknarferðini var at kanna lívið og mentanina hjá inuitfólkinum tvørtur um Arktis. Frá Grønlandi gjøgnum Kanada og Alaska til Sibiria.
Samanlagt var ferðin umleið 18.000 km og vísti, at inuitfólkið høvdu felags mentan og mál. Arnarulunnguaq var einasta kvinnan á ferðini og gjørdist lívsneyðug. Hon koyrdi hundasletu, gjørdi mat og skinnklæðir og hjálpti við vísindaligum uppgávum. Eisini vísti hon dirvi og styrki og gjørdist fyrsta kvinna, sum fór ferðina úr Grønlandi til Kyrrahavið á sletu.
Í dag minnast vit Arnarulunnguaq sum undangongukvinnu í gransking í arktiskum viðurskiftum.
Skúlin takkar fyri áhugaverdu vitjanina og góðu løtuna, meðan leikurin varð skaptur og framførdur.