Vit kvøða nýtt kvæði
11. november 2025
Steintór Rasmussen hevur gjørt eitt kvæði/vísu á 17 ørindi. Eisini hevur Steintór gjørt eitt vísulag til tekstin.
Hósdagin 13. november kl. 12.30 møtast vit í Ósahøllini, har sum innskúling hevur morgunsang. Har fara vit uppá gólv og at læra okkum nýggja kvæðið, sum eitur Systrar tólv.
Allir næmingar eru hjartaliga vælkomnir at vera við. Vit kvøða í hálvan tíma. Kvæðið sæst við at trýsta á leinkjuna.