Heilarnir í verkætlanarverki

13. november 2025

Hesa vikuna arbeiða næmingarnir í 8. og 9. flokki við verkætlan. Í 8. flokki er yvirskipaða evið Tøkni og framtíðin og í 9. flokki arbeiða næminganir við spurdómum, ið viðvíkja eini av viðkomandi avbjóðingunum í dagsins samfelag. 

Næmingarnir eru býttir í bólkar, sum allir hava valt sær eitt undirevni at arbeiða við. Millum fleiri onnur evni eru ávikavist sosialir miðlar og framtíðin, Umhvørvið og nýtsla- ein burðardyggur ungdómur, Ferðsla og framtíðin og Vitlíki - vinur ella fíggindi.

Ymiskt er, hvussu bólkarnir arbeiða, og eisini hvar teir arbeiða. Tey flestu sita í skúlanum, og nøkur arbeiða longri løtur heima ella aðrastaðni. Her verður kannað, lisið og skrivað. Nøkur hava gjørt spurnakanningar, onnur hava gjørt samrøður ella stutt filmsklipp og annað viðkomandi. 

Samanumtikið má sigast, at næmingarnir hava lagt orku í arbeiðið, og í morgin verða framløgurnar hjá 8. flokki, og næmingarnir í 9. flokki leggja fram fyrst í komandi viku. 

Tað verður spennandi at hoyra, hvat tey hava lært, og hvat nú liggur teimum á hjartað at greiða frá.