First Lego League 2025
First Lego League kapping í skúlanum á Fløtum
Leygardagin 8. november var stór First Lego League kapping í skúlanum á Fløtum. Útivið 40 lið vóru við í kappingini, og av teimum var eitt lið frá skúlanum á Skúlatrøð.
Liðið Sporveiðan hevur verið á veiðuferð eftir sporum frá munkum, sum sigast at vera teir fyrstu, sum stigu á land her í oyggjunum. Hetta hava vit ikki nakað ítøkiligt prógv fyri, og liðið fann eina loysn, sum kann hjálpa fornfrøðingum enn meira við einum nútímans robotti, sum kann eitt sindur meira enn tann útgerðin, sum longu er at finna slóðir eftir møguligum munkum.
Hendan veiðiferðin, sum vardi í átta vikur, er nú at enda komin, og liðið úr Klaksvík endaði í topp 5.
Liðini hava kappast í robottkoyring, tøkni, verkætlan, marknaðarføring og kjarnuvirðum. Hálvthundrað dómarar úr privatum feløgum og almennum stovnum vóru við til at meta um avrikini hjá liðunum.
Sporveiðan varð nominerað fyri verkætlanina, fyri tøkni, har tey fingu 2. pláss, robottkoyringina, har tey endaðu í finaluni og fingu 2. pláss, og so vóru tey nominerað millum 5 tey bestu at vinna kappingina. Tey vunnu ikki, men eitt flott avrik hóast alt við fýra nomineringum og tveimum steypum.
Vit ynskja liðnum Sporveiðan hjartaliga til lukku við nomineringunum og steypunum.