9. flokkur vitjar SEV á Strond
Alisfrøði er eitt breitt evni, har ein partur snýr seg um streym.
Í alisfrøði hava 9.d og 9.a arbeitt við evninum "Elveiting í samfelagnum."
Tað er altíð gott og stimbrandi fyri innlæringina at vitja viðkomandi støð og virkir, og tí gjørdi lærarin av at gera eina kanningaferð til SEV-verkið norðuri á Strond.
Næmingarnir fingu veruliga at síggja og hoyra, at el-frálæran ikki bara var ein tekstur úr eini fakbók, men hvussu nógv skal til av orku, til vit sum endabrúkari kunnu fáa streym til okkara húsarhald.
Ferðin byrjaði við eitt sindur av søgu, og síðani fóru tey á kanningarferð ígjøgnum øll liðini frá byrjan, hvussu SEV framleiddi orku úr vatnturbinu og dieselmotori, og hvussu langa leið tað tók, til streymurin frá verkinum kom til húsarhaldið. Og at ikki allar eindir eru knýttar til meginøkið, men at nakrar útoyggjar hava egið orkuverk.
Kanningarferðin var væl eydnað, og næmingar fingu knýtt ástøðið við tann verkliga partin í partinum "Elveitingin í samfelagnum."
Slíkir túrar seta seg í minni og kunnu geva íblástur og eggja til áhuga og forstáilsi fyri evninum.