Vit undrast

19. november 2025

Undranardagar á heysti 2025

Í seinastu viku høvdu grunddeild og miðdeild undranardagar. Endamálið við Undranardøgunum er at undrast á eitt ávíst evni. Evnið hesaferð var vatn.

Av tí at vatn er grundleggjandi fyri allar livandi verur, og tí at 6. heimsmáli hjá ST er Reint vatn og reinføri til øll, var hetta eitt upplagt og gott evni.

Vatn er í øllum livandi verum og verður brúkt til so ómetaliga nógv, og tí eitt sera vítt evni at arbeiða við.

Dagarnir vóru skipaðir ymiskt fyri grunddeild og miðdeild, og verkstovurnar vórðu tillagaðar aldurin.

Dagarnir byrjaðu við fakligum uppleggum í felagshøli ella í floksstovu, og síðani varð farið til verka í ymiskum verkligum uppgávum.

Til felags upplegg í miðdeild, greiddi Gunrið frá um grundvatn og yvirflatuvatn og týdningin av vatni í okkum og rundan um okkum, Hanus Kjølbro kom og greiddi frá um skýggj, og hvussu vatn eisini ferðast í skýggjum, sera viðkomandi og áhugavert.

Kristoffur, sum gongur í fjórða flokki, og hevur verið í Ghana við familjuni síni, greiddi so skilagóður frá umstøðunum, har sum hann vitjaði í Ghana, og hvønn týdning vatn og regntíðin hevur fyri grøðina og fólkið har, og hvat tey máttu gera fyri at fáa reint vatn.

Sangirnir til morgunsangin vóru eisini valdir í samband við vatn, og Steintór greiddi eisini frá sanginum Tað kundi verið eg, sum millum annað snýr seg um børn so sunn, sum koma til ein brunn. Børnini lærdu eisini sangin Regnar, regnar, regnar í dag og onkur flokkur hoyrdi søguna Regin Regndropi, so næmingarnir hava veruliga hoyrt um vatn frá nógvum sjónarhornum.

Næmingarnir sluppu at vitja alis og evnafrøði stovuna, har Guttorm Matras og Elmar Krosstein, vístu teimum nakrar royndir við vatni, millum annað, hvussu vatn reagerar við til dømis sýru og basu og onnur evni, at boyggja vatnstráluna við statiskum elektrisiteti og máta ph-virðið í vatni.

Næmingarnir hildu tað vera sera spennandi og áhugavert at síggja og hoyra, hvat hesir serfrøðingar høvdu at siga og vísa teimum, og teir lurtaðu við stórum áhuga og settu góðar undrandi spurningar.

Eisini sluppu næmingarnir at royna seg í floksstovuni við ymiskum øðrum royndum við vatni og við ymiskum aktivitetum uttandura, við túrum úti í býnum og svimjing í svimjihøllini. Hetta var alt frá at royna at fáa eitt klips at flóta, um vatn og olju kunnu blandast, at fáa egg at flóta í saltvatni, hvørjir lutir flóta og ikki, at vatn er í trimum formum, at vatn fyllir meira, tá tað er fryst, at reinsa vatn gjøgnum filtur, at heitt og kalt vatn ikki ljóða eins, at byggja vatnmýli, at gera vatndropa úr pappíri, spæla kahoot um vatn, blanda og blása sápubløðrur, vatnkríggj, vatnstafett, at skriva søgur um vatn og vatnmýli, at gera vatntekningar og yrkingar, 

Tíð var eisini sett av til at reflektera og seta orð á, hvat tey nú vita meira um, og hvat tey enn undrast á.  

Her eru nakrar eftirmetingar hjá næmingum í 2.a

Nú veit eg meira um, "at eitt egg kann flóta í saltvatni", "at vatn er brúkt til, so fólk og djór kunnu liva", "at vatn blívur til kava", "at vatn blívur til damp", "at dropar kunnu blíva til kava", "at heitt vatn vil upp, og kalt vatn vil niður."

Eg undrist enn á, "hvar kemur Ósá frá?", "um ælabogin kann verða rundur."

Eisini hava næmingarnir lært nógv nýggj orð, sum hava við evnið at gera, so sum grundvatn, yvirflatuvatn, feskt vatn, áarføri, áartutl, slurka, gurgla, bylgja, alda, streymur og fossur. Tey hava sostatt ment sítt orðfeingi.

Tað hevur verið stuttligt at sæð forvitni og undranina í eygunum á næmingunum hesar dagar. Teir hava havt hendurnar fullar, kroppin og høvdið virkið og gjørt verkligar royndir, har teir hava lært og undrast.

Myndirnar vísa, hvussu næmingarnir hava fingið møguleikan at veltast í tilfari, royndum og upplivingum og fingið knakar at heingja komandi vitan á.

Skapa og læra

Spyrja og svara

Teir hava upplivað orðini at skapa og læra og spyrja og svara, men størst av øllum, so hava tey undrast, og undran skapar forvitni.