Næmingaráðið handar hoyringarskriv

20. november 2025

Í dag er ein serstakur dagur fyri elstu næmingarnar í næmingaráðnum á Skúlatrøð. Tí tey í dag, saman við næmingum úr øðrum fólkaskúlum, hava handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum hoyringarskriv viðvíkjandi nýggju barnalógini, sum í næstum verður løgd fyri Føroya løgting.

Í hesum sambandi var hádeildin á Skúlatrøð í gjár boðin til morgunsang og til eina kunnandi løtu um nýggju barnalógina. Víst varð á, hvat hetta merkir, hvussu ein lóg skal skiljast, og hvussu lógin í framtíðini vónandi fer at virka eftir ætlan.

Hetta er fyrstu ferð, at børn verða hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum. Sjálvsagt viðkomandi, tí lógin skal jú tryggja rættindi hjá øllum børnum og ungum, soleiðis at aðrar lógir, sum viðvíkja børnum og ungum, hanga betur saman.

Arbeitt verður í løtuni í ráðnum við sjálvum lógaruppskotinum, so talan er her um eina undanhoyring fyri at tryggja, at lógin rakar so beint á sum gjørligt, grundað á tað, sum børn og ung hava ført fram um innihaldið í barnalógini.

Við hesum hava landsins næmingaráð seinastu vikurnar havt møguleika fyri at siga sína hugsan um nýggju barnalógina, og dag, á altjóða barnarættindadegnum, vóru hoyringarsvarini handað.

Til ber at síggja og hoyra tað, sum fór fram á fundinum við handanini fyrr í morgun við at trýsta her