Vit skriva jólakort

21. november 2025

Allir næmingar í forskúla og upp til og við 10. flokk fáa aftur í ár møguleika at skriva og senda tvey jólakort hvør til onkran, sum tey eru góð við. Átakið skal vera við til at styrkja bæði málfatan og skrivievni og harvið stuðla undirvísingini.

Nú vit eru nógv meira von við teldupostar og sosialar miðlar, eru brøv og postkort vorðin alt meira ókend fyri næmingunum. Tað er eingin sjálvfylgja longur, at næmingarnir kenna nakað til at skriva eitt kort, leggja tað í brævbjálva, skriva adressu á og síðani at seta frímerki í høgra horn á brævbjálvanum.

Í morgun fingu næmingarnir í 9.a hesa sjáldsamu løtuna, har teir í hvør sínum lagi sótu og skrivðu jólakort. Fyrst varð tosað um at skriva, og hvat kann verða skrivað í eitt jólakort. Uppskot varð eisini skrivað á talvuna, og tey valdu síðani sjálvi, hvønn kortini skulu sendast til.

Løtan gjørdist bæði rólig og hugnalig, har tey flestu valdu at skriva til ommur og abbar, meðan onkur skrivaðu til vinfólk. Øll skrivaðu til onkran, sum tey eru góð við - so hendan lítlan løtan í skúlastovuni fer vónandi at gleða fleiri.

Eitt gott felags átak, sum Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Posta skipa fyri. Jóhan Mortensen eigur hugskotið, og Lena Nicolajsen hevur teknað jólakortið, sum næmingarnir skriva heilsa teirra á.