Brynjar og Rógvi saman við landsstýrisfólkunum
Fyrr í vikuni skrivaði heimasíðan á Skúlatrøð um nýggju barnalóginia, sum í løtuni verður smíðað. Kunnað varð á morgunløtuni mánamorgunin fyri hádeildini um innihaldið og arbeiðið, og at hetta nú er komið so langt, at næmingaráðið hevur viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg. Tíðin var nú komin til, at næmingarnir skuldu handa landsstýrismanninum í Barna- og undirvísingarmálum hoyringarskrivið viðvíkjandi barnalógini.
Á heimasíðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er nú mynd av teimum báðum, Rógva og Brynjar, sum eru í næmingaráðnum á Skúlatrøð, og sitandi og komandi landsstýrisfólki í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum.
Tey skriva á heimasíðu teirra, at á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum. Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt 3 barnaverndarstovnum.
Meira kann lesast um tiltakið við at trýsta her.
Næmingarnir í næmingaráðnum á Skúlatrøð, sum vóru við til tiltakið, lótu væl at og gleða eg nú til at fylgja við, hvussu leikur fer.