Skótarnir greiða frá

26. november 2025

Skótarnir í 4.a greiða frá

Tað er fleiri skótar í 4.a og í seinastu viku greiddu tey sínum flokki frá um skótalívið.

Hjørdis og skótarnir vóru í skótabúnanum og greiddu flokkinum frá um Baden Powell og konu hansara og stovnanina av skótarørsluni. Eisini um hvat ein skóti skal leggja seg eftir og liva eftir. 

Vit fingu at vita um legur, skótahjálpina, aktivitetir, heilsanir, merkir og annað. Eisini lærdu vit at gera rættan knút. Ein knútur, sum er sterkur og samstundis er lættur at loysa uppaftur. 

Skótar læra at vera góður við og fara væl um náttúruna og eisini at lívbjarga sær í náttúruni. Hetta er ein góður førningur at hava.

Hesin tímin gav onkrum í flokkinum íblástur og áhuga fyri skótalívinum, so hvør veit, um ikki onkur av næmingunum byrja at ganga til skótar. Vit takka fyri, at skótarnir vildu greiða frá, hví teir ganga til skótar.

Hetta var ein sera góður og læruríkur tíma í 4.a.