Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni

1. desember 2025

Í dag varð skipað fyri árliga klippidegnum á Skúlatrøð. Ymiskt var, hvussu flokkarnir høvdu skipað seg. Onkur hevði morgunmat, onnur bakaðu vaflur og hugnaðu sær við borðspølum, meðan skúlastovurnar so við og við gjørdust jólaligar prýddar við jólaprýði av alskyns slagi. Í fríkorterinum fingu næmingarnir jólabollar og mandarin.

Dagurin eydnaðist so frálíka væl og endaði við eini góðari og lívligari sangløtu. Nú er jólamánaðurin so byrjaður, og longu í morgin fara 8. og 9. flokkarnir til skrivliga roynd, sum verður alla vikuna. Hini hava vanliga skúlagongd.

Vit takka fyri dagin og helst verður meira at frætta um jólahugna á Skúlatrøð, sum dagarnir ganga.