Jólatræið tendrað er

9. desember 2025

Í morgun varð skipað fyri morgunsangi fyri mið- og hádeild, tá ið stóra jólatræið varð tendrað. Heiðurin at tendra jólatræið fingu Olaf og Johan, sum eru formenn í næmingarráðnum í miðdeild. Hetta gekk bæði skjótt og væl.


Sungnir vóru eisini jólasangir, søgan um jólatræið varð fortald, sí søguna niðanfyri, og eisini varð hugleitt um ímyndirnar í jólaprýðinum á jólatrænum.

 

Fleiri prýða jú træið við einglum, hjørtum, kúlum, stjørnum, ljósum og øðrum, og tað ikki vist, at vit geva okkum far um, hví vit júst prýða við hesum lutum.

Her eru nakrir tankar um ímyndirnar frá í morgun:

  • stjørnan ovast á toppinum minnir okkum á Betlehemsstjørnuna, sum vísti vísmonnunum veg og lýsti yvir fjósið, har Jesus varð føddur
  • jólini eru veitslan hjá hjørtunum, sum minnir okkum á kærleikan. Gud vísti kærleika sín til mannaættina gjøgnum Jesu føðing, og vit halda oftast jól saman við teimum, vit elska og eru góð við
  • einglar finna vit í jólaevangeliinum, har hirðarnir á markini gjørdust heilt ræddir, tá teir sóu einglarnar á náttarhimmalinum bera teimum boð um Jesusbarnið
  • stjørnurnar minna okkum á náttarhimmalin yvir fjósinum í Betlehem.
  • kúlurnar hava skap sum jørðin og minna okkum á, at Jesus varð føddur sum heimsins frelsari, fyri allan heimin

So jólatræið er eitt prýði, sum minnir okkum á tað, sum hendi jólanátt, og nú fer stóra jólatræið, sum í morgun varð tendrað, komandi dagarnar at lýsa upp stóru miðhøllina.

***

Søgan um jólatræið  

Í Føroyum var ikki gamalt at hava jólatræ. Siðurin at hava jólatræ er komin úr Týsklandi. Um 1900 kann sigast, at jólatræið so smátt kom inn í føroysk heim, men tað var ikki vanligt fyrr enn út ímóti 1940.

Ein søga er skrivað um, hví júst granntræið varð valt sum jólatræ.

Gud sendi einaferð fýra einglar út fyri at fyrireika jólini. Tað vóru einglar, sum umboðaðu trúnna, vónina, kærleikan og gleðina. Teir itu Trúareingil, Vónareingil, Kærleikseingil og Gleðiseingil. Teir skuldu finna eitt træ, sum kundi ímynda jólaevangeliið og Jesus.

Teir fýra einglarnir flugu avstað gjøgnum stjørnuhimmalin til londini við myrku skógunum.

Trúareingilin segði alt fyri eitt: Træið, sum eg skal velja, má vera eitt, sum ber heilaga krossmerkið á sínum greinum.

Vónareingilin hugsaði seg um eina løtu og segði so: Træið, sum eg fari at velja, skal ikki følna. Tað skal vera grønt, livandi og gróðrarmikið gjøgnum allan veturin, sum ein mynd uppá lívið, sum sjálvt deyðin ikki megnar at vinna á.

Síðani tók Kærleikseingilin til orðanna: Træið, sum mær dámar, skal vera eitt fjálgt træ, sum kærleiksfult breiðir út sínar greinar sum verju til allar smáar og kaldar fuglar og djór í skóginum.

Og Gleðiseingilin segði til seinast: Hetta træið, sum tit velja, er gott, og eg vil vælsigna tað, so tað breiðir gleði bæði í borg og smáttu, bæði hjá ríkum og fátækum, frískum og sjúkum og gomlum og ungum.

Soleiðis gekk tað fyri seg, tá ið teir fýra einglarnir funnu granntræið, sum ber krossmerkið á øllum greinum og sum stendur grønt í vetursins kulda og kava og verjir øll djórini í skóginum.

Nú vildu teir fýra einglarnir hvør í sínum lagi geva granntrænum eina gávu.

Trúareingilin prýddi træið við ljósum á hvørja grein, soleiðis at tað kundi blaktra sum stjørnurnar yvir Betlehem heilagu jólanáttina. Vónareingilin setti eina stóra, blanka stjørnu á toppin á trænum. Kærleikseingilin legði góðar gávur við fótin á trænum.

Og gleðiseingilin vælsignaði granntræið og gav tí eina undurfulla megi at gleða menniskjahjørtu og halda eina stilla prædiku um jólaundrið, um jólabarnið í krubbuni, sum skuldi gerast krossins harri, lívsins fúrsti, kærleikans og gleðinnar kongur og heimsins ljós. Vit fara nú tendra træið, sum lýsir upp eins og heimsins ljós.