Jólakafé á Skúlatrøð

11. desember 2025

Við jólasangi og ljóðinum av brennandi viði í eldstaðnum vóru elstu næmingarnir á Skúlatrøð á miðdegi í dag bodnir á jólakafé. Tað vóru næmingarnir í næmingaráðnum í hádeild, sum bjóðaðu til jólakafé í miðhøllini, ið var prýdd við livandi ljósi. Hetta er so at siga vorðin jólasiður á Skúlatrøð, og næmingunum dámar tað serliga væl. 

Borðreitt varð við holukøkum, skúmjólamonnum og mandarinum. Afturvið fingu næmingarnir hvør sítt blikk av Jolly, og vóru tað næmingarnir í næmingaráðnum, sum stóðu fyri veitingini.

Vit takka næmingum í næmingaráðnum og lærara teirra fyri mikið hugnaligu løtuna.