Ambulansuviðgerar frá KS vitja 4. flokk
Ambulansuviðgerar vitja 4. flokk
Í sambandi við, at 4. árgangur hevur evnisarbeiði um hjartað, var ein verkstova fríggjadagin Lívbjargandi fyrstuhjálp og hjartastartari.
Vinarligu ambulansuviðgerarnir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Allan Joensen og Louis Poulsen komu at greiða okkum frá sínum arbeiði sum ambulansuviðgerar og um lívbjargandi fyrstuhjálp við hjartastartara.
Ein sera áhugaverd verkstova, har næmingarnir lurtaðu væl og sótu undir hvørjum orði. Teir hugdu væl eftir, tá dukkan kom á borðið og lívbjargandi fyrstuhjálp varð veitt. Eisini settu næmingarnir góðar viðkomandi spurningar.
Vit takka ambulansuviðgerunum fyri, at teir brúktu ein part av síni dýrabæru tíð at koma og greiða okkum frá, hvørja umráðandi uppgávu teir hava, og hvat hvør einstakur av okkum kann gera, um vit koma út fyri at koma fram á fólk, sum hava fyrstuhjálp fyri neyðini.
Her eru tvey filmsbrot og myndir frá verkstovuni.