Lítla kavagentan - á bókasavninum
15. desember 2025
Jólasøga á bókasavninum
Hendan tíðin er hugnalig og gevur høvi at hoyra søgur. Á bókasavninum er hugnaligt og góðar umstøður at bjóða flokkum inn, og í desembur bjóða bókavørðirnir teimum yngru flokkunum til eina fitta jólasøgu.
Í ár var søgan Lítla kavagentan, sum er ein gomul russisk jólasøga um hjúnini Pavel og Katarinu. Pavel og Katarina vildu so fegin fingið eitt barn. Eina náttina um jóltíðir evnar Pavel eitt barn úr kava og í fyrsta morgunlýsinum verður kavagentan livandi.
Í søguni hoyra vit eisini um babusjkuna, sum kemur jólanátt, eins og okkara jólamaður, at geva góðu børnunum gávur.
Søguløturnar eru góðar og hugnaligar, og børnunum dámar væl at lurta eftir søgu.