Grillað skúmgæti í lýsingini í morgun

16. desember 2025

Tá tú hevur útilív, so ert tú úti.

Hóast veðrið seinastu tíðina hevur verið og er rættiliga vátt, so eru tó møguleikar at njóta náttúruna - um tú hevur viljan.

Í morgun fór sjeyndi flokkur við skúmgæti og grillútgerð út í Grøv. Veðurvánirnar vóru ikki tær bestu, men tað eydnaðist teimum væl at hugna sær og tey fingu grillað skúmgæti, áðrenn nakað æl kom.

So, tað ber væl til, serliga, tá eyguni eru opin fyri møguleikunum.

Ein hugnaligur túrur.