Jólakupp
Jólakupp hjá 6.flokkunum
Kí-høllin var mánadagin 15.12 karmur um eina fótbóltskapping fyri allar 6. flokkarnar. Kappingin var í ítróttartímunum hjá 6. flokki, tvs frá kl. 10 - 12.
Gunhild og Emily, tvær gentur í 6. b tóku stig til kappingina. Fyri at fáa lið til kappingina gjørdu tær eina lýsing, og síðani greiddu tær frá um kappingina til morgunsangin í síðstu viku. Eisini høvdu tær skaffað vinningar til vinnandi liðini.
8. lið høvdu boðað frá luttøku, tey høvdu valt sær ymisk nøvn og vóru í eins littum spæliblusum. Nakrar gentur høvdu fingið til uppgávu at blanda saft.
Vinnandi liðið gjørdist Pink panters, teir áttu eisini dagsins mál og dagsins spælara. Men kappingin var spennandi til bæði finala og dysturin um 3. plássi endaðu við straffikapping, har tað bara varð eitt mál á muni ????
Kappingin eydnaðist sera væl. Næmingarnir vóru fyrimyndarligir, eisini teir næmingar, ið vóru áskoðarar til kappingina. Fleiri av "áskoðarunum" brúktu eisini Badmintonhøllina at spæla í, har spældu tey badminton og onkur bóltspøl.
Tað er hugaligt og stuttligt at síggja, hvussu væl næmingar duga at skipa fyri, tá ið teir fáa møguleikan ????