Spennandi og læruríkir dagar - evnið var hjartað
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt, tí tá arbeiðir tú við einum og sama evnið í eitt styttri tíðarskeið. Í evnisarbeiði hevur tú eisini møguleika fyri at arbeiða uppá fleiri ymiskar mátar. Nakrar fríggjadagar á rað, áðrenn jól, hevði 4. árgangur evnisarbeiði um hjarta sum organ og sum súmbol.
Flokkarnir eru tríggir í tali, og av tí at tveir lærarar eru knýttir til hvønn flokk fríggjadagar, so var møguligt at býta flokkarnar í tveir bólkar og hava 6 ymiskar verkstovur. Sostatt vóru umleið 12-13 næmingar í hvørjum bólki.
Vit vita, at næmingar læra ymiskt, og tilgongdin til vitan er ymisk, og tí løgdu vit okkum eftir at skipa 6 ymiskar verkstovur, har tann sjeynda var ein verkstova, har ambulansaviðgerar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vitjaðu við hjartastartara.
Næmingarnir vóru í áleið 45 minuttir í hvørjari verkstovu og við sær høvdu teir eina mappu við arbeiðsskjølum til ymisku verkstovurnar. Sostatt hava teir eina samling við stórum parti av tí, sum var gjørt í verkstovunum.
Verkstova 1: Borðspøl - Øll gera eitt pappírhjarta og flætta eitt hjarta
Í hesi verkstovuni fingu næmingarnir ein form av einum hjarta at tekna eftir. Teir skuldu síðani klippa hjartað út, eftir tað kundu teir prýða hjartað við ymiskum so sum glimmur, perlur o.a. Eisini høvdu næmingarnir møguleika at flætta eitt hjarta úr pappír. Tá teir høvdu evnað hjartað, vóru ymisk borðspøl tøk.
Ljósið í floksstovuni var dempað og jólatónleikur koyrdi, soleiðis, at teir kundu merkja hugna og varma, tað, sum vit seta ísamband við eitt hjarta.
Verkstova 2: Fakta um menniskjahjartað
Í verkstovuni fingu næmingarnir eitt upplegg um fysiska hjartað, hvussu stórt tað er, hvussu tað er uppbygt, hvar tað situr, hvørja uppgávu tað hevur og hvussu nógv blóð fer ígjøgnum hjartað um døgnið. Til uppleggið var eitt uppgávuskjal í heftinum, har teir skuldu svara, hvussu rúmini og høvuðsæðrarnar við hjartað eita. Eisini lærdu næmingarnir um, hvat er vit kunnu gera fyri at hava eitt sunt hjarta og hvør hjálp er at heinta, tá hjartað gert sjúkt.
Tá hjartað er á stødd við ein neva, var ein roynd at spenna vøddarnar í nevanum í takt við hjartarýtmuna. Hetta gav eina fatan av harða arbeiðinum, sum hjartað ger uttan at lúgvast.
Í verkstovuni sluppu næmingarnir at hava eitt seyðahjarta í hondunum og skera tað sundur.
Ein ástøðilig og “hands on” verkstova, sum næmingunum dámdi væl, tí hóskiligt býti var millum ástøði og verkligt arbeiði.
Verkstova 3: Rokniuppgávur
Í rokniverkstovuni arbeiddu vit við at rokna ymiskt, sum hevði við hjartað at gera. Tað var til dømis sovorðið sum ”hvussu ofta slær hjartað um minuttin, tíman, døgnið og í eitt heilt ár”. Sum kunnugt, so slær eitt barnahjarta 150.000 ferðir í eitt døgn, so tølini kunnu skjótt blíva stór. Hetta vóru fleiri børn sera hugtikin av.
Eisini roknaðu vit eitt sindur uppá, hvussu nógvar litrar av blóði hjartað pumpar.
Tað er oftast stuttligari at rokna ymiskt, sum er meira veruligt, og tí var hetta eitt sindur meira motiverandi fyri næmingarnar, enn vanligt er.
Verkstova 4: Máta puls og blóðtrýst
Lívsstílurin hjá modernaða menniskjanum er ikki neyðturviliga góður fyri kroppin. Freistingarnar eru nógvar, og tí er skilagott at íðka og røra seg. Tá tað kemur til konditión, tá eru viðurskifti, sum vit sjálvi ráða yvir; t.d kost, nøgd av mati, lívsstíl og motión.
Í hesari verkstovuni gjørdu næmingarnir eina konditest, har teir skuldu renna aftur og fram á eini breyt uppá 20 m í 10 min. Næmingarnir kannaðu blóðtrýst og puls, áðrenn og aftaná renningina og skrivaðu øll síni tøl niður. Hesi tølini kundu næmingarnir so nýta aftur í roknitímanum, tá arbeitt var við hagtølum. Eisini lærdu teir av royndini, at tað er stórur munur á pulsinum, tá kroppurin er í hvílistøðu, og tá kroppurin hevur gjørt hart kropsligt virki.
Ein verkstova, har næmingarnir veruliga hugnaðu sær, sjálvt um pulsurin hækkaði í stóran mun.
Verkstova 5: Hjarta sum súmbol
Í verkstovuni arbeiddu vit við evninum hjarta sum súmbol, og hvussu súmbol verða brúkt í samskifti. Vit byrjaðu við at tosa um súmbol, sum næmingarnir kendu aftur úr almenna rúminum – til dømis bygningar, WC-merki og ferðsluskeltir – og hvønn týdning tey hava fyri okkum í gerandisdegnum.
Síðani fluttu vit fokus á ymisk emoji/brátekn. Vit greinaðu, hvønn týdning hesi hava, og um vit øll skilja tey eins. Hetta gav eina góða kjakløtu um, hvussu samskifti við súmbol kann vera bæði einfalt og torført, alt eftir, hvussu vit tulka tey.
Eftir hetta gjørdu næmingarnir eina søgu við súmbolum, har teir skuldu brúka ymisk súmbol til at greiða frá einari hending ella einum boðskapi. Hetta styrkti teirra kreativu hugsan og førleika at brúka súmbol í staðin fyri orð.
Vit endaðu verkstovuna við einum rørslu-aktiviteti, har næmingarnir stóðu í rekkju. Næstfremsti næmingurin skrivaði eitt súmbol á ryggin hjá tí fremsta næminginum, sum skuldi royna at gita, hvat tað var. Hetta var bæði stuttligt og læruríkt, tí tað vísti, hvussu torført tað kann vera at fáa boðskapin rætt fram, tá samskiftið er ófullkomið.
Verkstovan vísti, hvussu týdningarmikið tað er, at vit skilja súmbol á sama hátt, um rætti boðskapurin skal vinna fram. Súmbol eru ein stórur partur av okkara samskifti – bæði í tekstboðum, á netinum og í almenna rúminum – og misskiljingar kunnu lættliga uppstanda, um tulkingin er ymisk.
At arbeiða við hesum evni gevur næmingunum betri fatan av, hvussu samskifti virkar, og hvussu týdningarmikið tað er at vera greiður og greiða frá sínum boðskapi á ein hátt, sum móttakarin skilur.
Verkstova 6: Skriviverkstova
Eitt hjarta er ímyndin av kærleika og kenslum og er fyri ein stóran part innihaldið í nógvum tekssløgum. Í skriviverkstovuni skuldu næmingarnir skriva eina søgu, eitt ævintýr ella yrkja um okkurt, sum hevði við hjartað at gera; um kærleika, sorg ella kenslur - ja, um alt, ið kann knýtast til hjarta bæði bókstaviliga og óítøkiligt.
Við hesi verkstovuni varð roynt at menna hugin til at skriva og at læra at nýta eyðkenni og ymiskar hættir, ið eru í óbundnum og bundnum máli.
Her sóu vit fleiri dømi um, hvussu nógv børn hava uppá hjartað og hvussu nógvan íblástur tey fingu í verkstovuni.
Verkstova 7: Hjartastartari
Ambulansuviðgerarnir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Allan Joensen og Louis Poulsen komu at greiða okkum frá sínum arbeiði og um lívbjargandi fyrstuhjálp við hjartastartara.
Ein sera áhugaverd verkstova, har næmingarnir lurtaðu væl og sótu undir hvørjum orði. Teir hugdu væl eftir, tá dukkan kom á borðið og lívbjargandi fyrstuhjálp varð veitt. Eisini settu næmingarnir góðar viðkomandi spurningar.
Ein av síðstu uppgávunum á evnisdøgunum var ein Kahoot um hjarta. Tað dáma næmingunum altíð væl.
Evnisdagarnir endaðu við eini góðari og stórari samanskotsmáltíð, har øll høvdu okkurt við. Vit bjóðaðu leiðsluni at fáa sær ein góðan bita saman við okkum og sungu fyri matin.
Myndirnar frá evnisdøgunum tala fyri seg.
Tá umstøður eru til at skipa evnisarbeiði á ein slíkan hátt, kann nógv fáast burturúr fakliga, sosialt og persónliga, og næmingarnir hava fingið avbjóðingar á øllum hesum økjum.
Við hesum fjølbroyttu verkstovum fingu vit givið fakliga vitan, verkligar upplivingar, mennandi skriviavbjóðingar, áhugaverdar og viðkomandi rokniuppgávur, stuttligar og viðkomandi rørsluaktivitetir, skapandi hugnaløtur, vitan um súmbol í samskifti, kropsligt samskifti, góðan virknan felagsskap, undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og eina góða hjartavaflu.
Evnisarbeiðið, sum tað varð skipað, eydnaðist ómetaliga væl, og øll hava verið hugagóð – næmingar og lærarar. Vit hava sæð hugagóðar, spentar og forvitnar næmingar til allar verkstovurnar og halda avgjørt, at hetta er ein góður máti at arbeiða uppá.