Kærkomin kavahugni
7. januar 2026
Seinstu dagarnar hevur verið skiftandi, men gott kavaveður. Næmingarnir hava veruliga hugnað sær í brekkum, saman við kavamonnum, í kavakríggi, á fløtum, í holum, úti í Grøv og manga aðrastaðni.
Tá ið hugsað verður um skúla, so føra hesir dagarnir til vælkomið og spontant útilív, sum jú bara er gott bæði fyri børn, ung og vaksin. Her eru nakrar kavamyndir, sum tit kunnu njóta saman við livandi myndum frá kavahugna á 'kirkjubønum'.