Mariuhønan, Ronja og Elmar
Í morgun, longu áðrenn ringt var inn til fyrsta tíma, gingu Ronja og Elmar við eini glaskannu við mariuhønu í. Tey høvdu funnið hana undir einum av mongu borðunum í miðhøllini. Ronja helt fyri víða opið og fekk sær eisini eitt pappír at hjálpa sær, so mariuhønan ikki fleyg avstað.
Hetta var sjónliga ein spennandi fongur, og bæði Ronja og Elmar vóru so sera søgufróð og spent at vísa øðrum, hvat tey høvdu funnið. Eisini slapp mariuhønan at royna veingir sínar.
Mariuhøna, sum onkur kallar mariubjalla, ið hevur frøðiheitið coccinellidae, er eitt skordýr. Mariuhønan livir í øllum heimspørtum uttan Antarktis. Hon hevur bjartar litir, sum ávara onnur og størri dýr um at lata tær fáa frið, tí tær smakka illa. Mariuhønur kunnu liva av blaðlúsum, ið oyðileggja urtagarðsplantur. Vanliga verður sagt, at tað eru eini 6000 sløg av mariuhønum.
Vit takka Ronju og Elmari fyri, at vit kundu práta við tey og ynskja mariuhønuni eitt langt lív á Skúlatrøð.
Um tit hava hug spæla eitt fangaspæl ella eitt mariuhønuspæl, har tit kunnu loysa hvønn annan aftur, so hevur Barnabati eitt gott hugskot. Tit eru tá øll mariuhønur, sum renna runt fyri ikki at verða fangaðar. Um onkur verður fangað, skal tann leggja seg niður á ryggin, sum ein mariuhøna, ið er koppað. Men tú verður loyst aftur, við at tvær aðrar koma at hjálpa. Les leiðreglurnar á heimasíðuni hjá Barnabata við at trýsta her.