Gera introina til Snipp Snapp
15. januar 2026
Við í Snipp Snapp
Tað er spennandi og mennandi at vera í einum virknum kóri, sum skúlakórið á Skúlatrøð er. Tey syngja til gudstænastur og tiltøk, og so vitja tey eisini stovnar.
Í dag hava tey so roynt nakað nýtt.
Yngra skúlakórið hevur í dag lagt røddir til nýggju introina til sjónvarpssendingina Snipp Snapp, sum kemur í næstum.
Hetta er ein serstakliga spennandi uppgáva, og vit gleða okkum at síggja og hoyra tey, tá barnasendingin verður send í sjónvarpinum.
Myndirnar vóru tiknar undir upptøkunum í dag.