Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks næmingar

20. januar 2026

Hósdagin 29. januar kl. 17.00 bjóðar skúlin til kunnandi fund fyri foreldrum/verjum og innskrivaðum børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í 1. flokki skúlaárið 2026/27.

Fundurin er í miðhøll skúlans, og verður umleið 1. tíma.

Skráin:

17.00 Skúlastjórin bjóðar vælkomin

17.20 Næmingainnslag

17.30 Varaskúlastjórin í grunddeild greiðir frá

17.45 Matarskipanin bjóðar kaffi og afturvið

18.00 Næmingar heilsa uppá skúlastjóran og fáa gávu heim við.