Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
Á bókasavninum í myrkri - við lykt
“Hetta var so gott! Verður hetta aftur hósdagin? Eg plagi slett ikki at lesa, eg kom bara, tí eg tímdi ikki at sita heima , men hetta var ordiliga gott. Hetta var so hugnaligt, nær verður tað aftur? Næstuferð fari eg at velja mær eina tjykkri bók. Tað var ræðuliga stuttligt! Hevði viljað tað var hvørja viku.”
Vit hoyra nógv um, at lesihugurin og áhugin hjá ungum fyri bókum er minkandi, og at tað eru færri, sum tíma at lesa enn tey, sum ikki tíma at lesa. Hetta er ein ógvuliga óheppin gongd, so vit vaksnu hava eina stóra ábyrgd.
Tað er ómetaliga gott at lesa, og tað kann saktans eisini vera hugnaligt. Tað eru tær góðu lesiløturnar vit eiga at fáa fram í ljósi og skapa møguleikar fyri.
Á Skúlatrøð vilja vit vera við til at stimbra og menna áhugan fyri lesing og skapa góðar lesiløtur, og í vikuni bjóðaðu bókavørðirnir næmingunum til kvøldarlesing ella lesing í myrkri. Løtan var frá kl. 19.00-21.00, og næmingarnir skuldu melda seg til á skúlabókasavninum.
Næmingarnir skuldu hava bók og lykt við, og so kundu teir eisini taka teppi og pútur og annað, sum kundi gera tað makligt og hugnaligt at lesa.
Tá freistin at melda seg til var farin kl. 13.15, vóru omanfyri 80 børn, sum høvdu meldað seg til.
Áðrenn klokkan var 19.00 komu børnini so spent við bók, lykt og øðrum. Tey komu friðarliga inn, lótu seg úr jakka og skóm, kekkaðu inn við dyrnar og fingu bókamerki. Síðani fóru tey inn at finna sær eitt gott pláss og settu ella løgdu seg væl til rættis.
Tað var ótrúliga hugaligt at uppliva, hvussu so nógv livandi børn kunnu vera so friðarlig hesar báðar tímarnar tey vóru á bókasavninum. At síggja, hvussu tey allar flestu alla tíðina vóru hugbundin í síni bók við lykt, antin pannulykt ella lummalykt, og bara vóru har, lósu og slappaðu av.
Tá tey so ikki orkaðu at lesa meir, so fóru tey heim og vóru væl nøgd.
Hetta eru tær góðu lesiløturnar, har tað er friður, makligt, hugnaligt og fjálgt. Tá ein løta var gingin, fingu tey hvør sína sleikisneis, sum tey nutu restina av løtuni.
Eitt sera væleydnað tiltak á skúlabókasavninum, sum vit avgjørt fara at gera aftur.