"Tú manst vita frá mongum at siga"
Tú manst vita frá mongum at siga
Hesa tíðina og til føstan byrjar verður nógv gjørt í skúlanum við skaldskap av mannamunni. Serliga kvæðini fáa rúm, og skúlaflokkar hoyra um kempur í kvæðum og læra kvæði og at kvøða.
Eisini barnaútvarpið í Kvf hevur gjørt nógv burturúr hesi serligu tíðini og hevur havt kvæðaspurnakapping fyri skúlaflokkar í miðdeild. Til hesa kvæðakapping hava lærarar meldað flokkin til, og umboð fyri flokkin hava síðani fyrireikað seg og lisið uppá. Síðani hava tey verið og roynt seg ímóti øðrum skúlum.
Á Skúlatrøð høvdu vit umboð fyri tveir skúlaflokkar. Umboðini fyri 4.a vóru Bjørg og Eva og fyri 6.b vóru tað Silvia og Olivia.
Okkara umboð høvdu lisið væl uppá. Í kappingina millum 4 flokkarnar, sum var mánadagin vann 4. flokkur á Skúlatrøð ímóti 4. flokki í Sands skúla, og í kappingini millum 6. flokkarnar, sum var mikudagin, vann 6. flokkur á Skúlatrøð móti 6. flokki í Eysturskúlanum.
Vinningurin var antin bowling ella pitsa til allan flokkin.
Vit ynskja okkara luttakarum hjartaliga til lukku við sigrinum.
Kvæðakappingin millum 4. fl.: https://kvf.fo/vit/utvarp/2026/01/23/kvaspurnakapping-2-partur
Kvæðakappingin millum 6. fl.: https://kvf.fo/vit/utvarp/2026/01/27/kvaspurnakapping-3partur