6.a vitjar KG

2. februar 2026

Vit hava fingið eina góða frásøgn frá 6.a, sum hevur verið á vitjan í komandi hotellinum í Klaksvík.

6.a hevur verið á eini sera spennandi vitjan á nýggja hotellinum í Klaksvík - Hotel KG

Túrurin byrjaði við eini framløgu um byggiætlanina, vit sóu myndir frá, hvussu gongdin í arbeiðinum hevur verið. Síðani sóu vit tilgjørdar myndir av, hvussu hotellið fer at síggja út, tá ið tað stendur liðugt í summar.

Tá ið framløgan var liðug, fingu vit øll hvør sín hjálm og ein vest, tí nú fóru vit inn á hotellið. Hotellið er framvegis eitt arbeiðspláss, og tí er týdningarmikið at hava trygdina í lagi. 

Inni á hotellinum sóu vit, hvar alt fór at vera. Vit vóru í køkinum, inni á matstovuni og í cafeini, og vit sóu eisini, hvar vælveruøkið verður. Tað eru fimm hæddir, og á ovastu hædd eru tvær svitir, vit sóu ta einu; har er mega flott. 

Vit takka Kanjon fyri vitjanina og eru ordiliga spent til hotel KG opnar í summar 2026.