Vit eru við á Ungdómstingi
Myndina tók Jens Kristian Vang fyri dagur.fo 3. februar, og var hon løgd inn í hesi tíðindini seinni.
Týsdagurin 3. februar og mikudagurin 4. februar eru serstakir dagar, tí tá fara næmingar úr fólkaskúlanum at sita í teimum 32 sessunum á Føroya løgtingi. Tá verður tað undir heitnum Ungdómsting.
Ja, 32 sessunum. Tí tað verða hesir 32 næmingar, sum fara at mynda Ungdómstingið, og telja teir saman við løgtingsforkvinnuni tilsamans 33, sum jú er fulla talið.
Í ár eru tað næmingar í 8., 9. og 10. flokkum úr Sandoyar Meginskúla, Runavíkar kommunuskúla, á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum við Løgmannabreyt og Sørvágs skúla, sum luttaka og hava teir fyri tíð síðani arbeitt við at skriva lógaruppskot ella uppskot til samtyktar saman við flokki sínum. Eftir hetta vóru ymisku uppskotini vald út og løgd á heimasíðuna hjá Ungdómstinginum.
Á heimasíðuni hjá Føroya løgtingi undir heitinum Ung, hava ungdómstinglimir tí eisini fingið høvi gjølla at lisið ymisku uppskotini. Nú dagarnir nærkast er ætlanin er at býta næmingarnar upp soleiðis, at allir 32 ungdómstinglimirnir koma til orðanna á tingsins røðarapalli til 1. viðgerð tann fyrra dagin, antin sum ein, ið leggur eitt uppskot fram ella sum ein, ið viðmerkir eitt framlagt uppskot.
Til morgunsangin á Skúlatrøð í morgun komu nevniliga boðini um, at næmingar á Skúlatrøð verða við báðar dagarnar Ungdómsting er. Umframt hava teir eisini snikkað lógaruppskot til. Her ynskja teir at lækka aldurin á teimum, ið kunnu taka koyrikort úr 18 árum til 17 ár. Lógaruppskotið er bæði væl umhugsað og grundgivið, og kann sjálvandi eisini lesast á heimasíðuni.
Spennandi at hoyra frá skilagóðu fólkaskúlanæmingnum, hvat liggur teimum á hjarta.
Les meira um Ungdómstingið her.
Eisini ber til her at lesa um Ungdómstingið í Skúlablaðnum.