Tunnusláing, kvøðing og ársins grýla
16. februar 2026
Kvæðadagur, pottasláing og ársins grýla
Í dag var stóri kvæðadagurin, har tað varð kvøðið, sligið pott og tunnu, og ársins grýla varð vald. Eisini fingu vit ein góðan bolla og kakamjólk frá køksdamunum.
Her eru nakrar myndir frá degnum, og sum vit síggja, so hava næmingar og nokk eisini foreldur verið í gongd alt vikuskiftið og verið tíðliga uppi í morgun, tí nógvar grýlur vóru ógvuliga flottar og kreativt gjørdar.
Ein góður og væleydnaður dagur