Matarskipanin bjóðar leskiligar smábitar úr feskum laksi og feskum torskarogni

16. februar 2026

Torravikan er skotin í gongd, og sjóneykan verður sett á fiski- og sjóvinnuna runt oyggjarnar.

Hendan vinnan er stórsliðin og dýrabar fyri Føroyar uppá ymiskan hátt. Og tá talan er um okkara fólkaheilsu, so hevur fiski- og sjóvinnan sanniliga ein stóran leiklut, tí føðsluvirðið í tí góða tilfeinginum, vit eiga runt oyggjarnar eru av besta slag.

Føroyafólk kenna ov lítið til tilfeingið, vit eiga, og enn minni eta vit tað, sum svimur runt um okkum.

Matarskipanin vil aftur í ár gera sítt til at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum, við at bjóða ymiskar smárættir úr feskum laksi og toskarogni.

Í ár bjóðar matarskipanin øllum flokkum at koma framvið í miðhølluni millum kl. 10.15 - 11.30

at smakka okkara fiskaábit.

 

Mikudagin 18/2

Rognasalat v/ rugbreyðsknas
Steikt feskt toskarogn v/ remulátu og sitrón

 

Hósdagin 19/2

Tortilla v/ feskum laksi, urtakrem og várleyki
Smábitar av dampaðum feskum laksi í kryddlaka