Kvøldarlesing - við lykt

18. februar 2026

Kvøldarlesing

Hóskvøldið frá kl. 19 - 20.30 verður aftur kvøldarlesing, har vit eru á skúlabókasavninum og lesa við lykt. 

Seinast var sera góð undirtøka fyri tiltakinum, og børn hava spurt, nær tað verður aftur. Nú fáa tey høvi at koma aftur á skúlabókasavnið at lesa við lykt. 

Um barnið ynskir at vera við, so er neyðugt at melda til á bókasavninum á Skúlatrøð, har tekningarlistin liggur. 

At hava við: Bók og lykt (battaríir)