Myndarøð: Nærmingarnir høvdu møguleikan í torravikuni at fáa sær brellbitar av feskum toskarogni og feskum laksi

20. februar 2026

Uppskriftir uppá fiskaábitini

Rognasalat:

Tilfar: 175 g Rogn 75 g Súrepli, rivin 60 g majones 60 g Súrmjólkaúrdrátt reint 3% ½ tesk karry 3/4 tesk salt 1/4 tesk pipar

Arbeiðsháttur: Fesk rogn mugu hitaviðgerast síðani niðurkølast, fyri síðani at tilevna eina rognasalat (møguleiki er eisini at keypa rogn í dós) Smuldra rogni í eina skál, og blanda síðani restuna av tilfarinum saman við og rør væl runt.

Hugskot: Rognasalat er rokna sum fiskaviðskeri og er leskiligt uppá breyð/brotbreyð, millum tvíflís ella sum krem millum ein fiskaburgara.

Laksur í kryddlaka

Tilfar: 600 g laksur (feskur) Kryddlaki: 3 súp kinverskari soyu 3 súp brúnt farin 3 súp vatn 2 súp olju 1 tesk sitrónpipari 1 bát hvítleyk 1 tesk hvítleykspulvur 1 tesk salt 50 g dild (fryst) Arbeiðsháttur: Rør tilfarið til kryddlakan saman. Koyr kryddlaka og laks í ein plastposa og legg á køl mindst ein tíma Koyr kryddlaka og laks síðan í eitt ovnfast fat og set inn í heitan ovn 180c í 12-15 min ( kjarnuhita millum 65-67c)

Hugskot: Sera vælsmskkandi til ein døgurðabita, eisini vælegna at niðurkøla, síðan nýta tað sum tilhoyr til eina fríska salat, millum tortilla ella tvíflís

Uppskrift frá "Lætt og leskiligt" ùtgavu 4. Vælgagnist :)