Rognasalat og fiskaábit vórðu rivin burtur

20. februar 2026

Í torravikuni høvdu næmingarnir møguleikan at fáa sær brellbitar av feskum toskarogni og feskum laksi.

Tað var sjón fyri søgn, at hetta vakti næminganna forvitni og smakkaði teimum sera væl.

Uppskriftir uppá fiskaábitini liggja niðanfyri.

Rognasalat:

Tilfar: 175 g Rogn 75 g Súrepli, rivin 60 g majones 60 g Súrmjólkaúrdrátt reint 3% ½ tesk karry 3/4 tesk salt 1/4 tesk pipar

Arbeiðsháttur: Fesk rogn mugu hitaviðgerast síðani niðurkølast, fyri síðani at tilevna eina rognasalat (møguleiki er eisini at keypa rogn í dós) Smuldra rognið í eina skál, og blanda síðani restina av tilfarinum saman við og rør væl runt.

Hugskot: Rognasalat er roknað sum fiskaviðskeri og er leskiligt uppá breyð/brotbreyð, millum tvíflís ella sum krem millum ein fiskaburgara.

Laksur í kryddlaka

Tilfar: 600 g laksur (feskur) Kryddlaki: 3 súp kinverskari soyu 3 súp brúnt farin 3 súp vatn 2 súp olju 1 tesk sitrónpipar 1 bát hvítleyk 1 tesk hvítleykspulvur 1 tesk salt 50 g dild (fryst) Arbeiðsháttur: Rør tilfarið til kryddlakan saman. Koyr kryddlaka og laks í ein plastposa og legg á køl mindst ein tíma. Koyr síðan kryddlaka og laks í eitt ovnfast fat og set inn í heitan ovn 180c í 12-15 min ( kjarnuhita millum 65-67c)

Hugskot: Sera vælsmskkandi til ein døgurðabita, eisini vælegnað at niðurkøla, síðan nýta tað sum tilhoyr til eina fríska salat millum tortilla ella tvíflís

Uppskrift frá "Lætt og leskiligt" ùtgavu 4.

Vælgagnist :)