Myndaframsýning hjá Miðlabreytini
Myndaframsýning hjá Miðlabreytini
Hví skapandi lærugreinar hava stóran týdning
Miðlabreytin er ein týdningarmikil partur av undirvísingini, tí hon gevur næmingum møguleikan at arbeiða við skapandi evnum.
Her hava teir gjørt sær royndir við hugflogi, kritiskum hugsanarhátti, samarbeiði og samskifti, at úttrykkja seg visuelt, at miðla kensur, hugskot og søgur á ymiskan hátt
Seinastu tvær vikurnar hevur myndaframsýning verið uttanfyri bókasavnið á Skúlatrøð.
Tað, sum farið er av hesum skúlaárinum, hava næmingarnir á Miðlabreytini arbeitt við skapandi miðlum so sum: foto, video og ljóð. Endamálið við breytini hevur verið at geva næmingunum eitt fjølbroytt innlit í miðlaarbeiði — frá fyrstu grundreglunum til tað at arbeiða sjálvstøðugt við hugskotum og søgum.
Ígjøgnum heystið og veturin hava næmingarnir lært um eitt nú ljósseting, kompositión, kamerastýring, perspektiv, og hvussu myndir kunnu brúkast til at siga søgur. Hesi fakligu og praktisku amboðini hava tey síðan tikið við sær í ymsum verkætlanum.
Evnið fyri framsýningina
Til hesa framsýning hava næmingarnir arbeitt við tveimum uppgávum:
Eitt portrett
Eitt sjálvvalt evni
Í hesari uppgávu valdi næmingurin sjálvur eitt evni, sum hevði týdning fyri hann/henna. Tað kundi vera eitt stað, ein kensla, ein trupulleiki, ein áhugi ella ein sosialur spurningur. Endamálið var at skapa eitt visuelt verk, har næmingurin brúkti tað, hann hevði lært — bæði tekniskt og kreativt — til at mynda eitt hugskot við greiðum estetikki.
Endamálið við framsýningini er at vitjandi fáa íblástur av myndunum, søgunum og arbeiðinum, sum næmingarnir hava lagt í verkætlanina.