Sjóvinnuflokkurin á vitjan í Vinnuháskúlanum

22. februar 2026

Sjóvinnuflokkurin á vitjan í Vinnuháskúlanum

Sjóvinnuflokkurin á Skúlatrøð var fríggjadagin á vitjan í Vinnuháskúlanum í Havn, har teir fingu eina spennandi og læruríka uppliving. Tað var Jón Helmsdal, sum leiddi næmingarnar runt í skúlanum og greiddi frá mongu møguleikunum, sum skúlin bjóðar. Helst verða tað nakrir av hesum dreingjum, sum einaferð fara at nema sær útbúgving júst her.

Jón greiddi frá virkseminum á skúlanum og um ríku siglingarsøgu Føroya – frá gomlu sluppunum og skonnartunum til tey mest framkomnu fiskiskipini í heiminum, ið vit í dag eiga í Føroyum. Næmingarnir sluppu eisini at síggja mongu framkomnu tólini, sum verða nýtt í undirvísingini.

 


Ein serlig uppliving var, tá næmingarnir sluppu at royna simulatorarnar á skúlanum, har dreingirnir kundu royna síni siglingakynstur. Tað er ikki bara sum at siga tað at koma inn um Molan og leggja at uttan at fløkja seg upp á Tinganes! Næmingarnir hugnaðu sær óført og fingu nógv burturúr.

 


Vit vilja takka Vinnuháskúlanum og Jóni Helmsdal hjartaliga fyri góða móttøku og gestablídni.