Eins og var Mikines á Skúlatrøð

25. februar 2026

Seinastu dagarnar hevur flott málningaframsýning prýtt trappuuppgongdina á Skúlatrøð. Myndirnar høvdu næmingar í 7. flokki málað, og myndaevnið var kendi málningurin hjá Sámal Joensen Mikines Skilnaður frá 1955.

Sámal Joensen-Mikines er ein av mest viðurkendu listafólkunum í Føroyum. Hann var føddur á Mykinesi og livdi størsta partin av ungdóminum har. Longu sum smádrongur vísti hann óvanliga listaliga gávu. Eftir fyrstu framsýning sína í 1927, har allir málningarnir vórðu seldir, varð hann eggjaður av rithøvundanum William Heinesen at søkja inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann kom inn í 1928 og flutti til Danmarkar, har hann búði restina av lívinum. Men hvørt summar vitjaði hann heimbygd sína, har hann fann íblástur í bæði landslagnum og mentanini.

Les meira um Mikines her

Meðan vit á Skúlatrøð hava notið myndirnar hjá 7. flokki, so hongur málningurin hjá Mikinesi í dag á Listasavni Føroya.