Norrøna er eitt spennandi skip
26. februar 2026
Útferð hjá næmingunum umborð á Norrønu
Nú summarið nærkast, droyma flest av okkum um ein túr av landinum. Nøkur flúgva og nøkur dáma væl at sigla.
Tá vit ferðast sjóvegis, so er tað við Norrønu vit fara, og hon er eitt stásiligt ferðamannaskip, sum er viðlíkahildið og útbygt og hóskar til tørvin og nútíðina.
Í gjár fingu næmingar í stovu 101, 102 og 103 ein brellbita av at ferðast við Norrønu. Tey vóru nevniliga og vitjaðu umborð á Norrønu, meðan hon lá við bryggju í Havn. Tey komu runt nógvastaðni í skipinum. Myndirnar tala fyri seg.
Hetta var ein óføra góður dagur og góður túrur, og tey sóu og upplivdu eina rúgvu.