Vitjan av Danmarks besta skúlabókasavni 2025

1. mars 2026

Forkunnug vitjan á bókasavninum á Skúlatrøð

 

Árliga skipar Nám, saman við Skúlabókavarðafelagnum, fyri skeiðsdegi fyri skúlabókavørðar.

 

Í ár vóru skeiðshaldararnir komnir úr Danmark at geva okkum íblástur. Tað vóru umboð fyri Vonsild skole í Kolding og Kolding komune, sum í ár hildu skeiðið. Skúlabókasavnið í Vonsild skole fekk í fjør heiðursløn fyri at vera Danmarks bedste skolebibliotek 2025.

 

Tað vóru Stefan Åge Hardonk Nielsen og Mette Marie Mau, skúlabókavørðar, Mette Dahl Schmidt, varðaskúlastjóri og Gitte Barsballe Andersson, námsfrøðiligur ráðgevi fyri Pædagogisk Central í Kolding komune, sum vóru í ferðalagnum.

 

Skúlabókavarðafelagið skipaði fyri ferðini hjá teimum vitjandi, og vikuskiftið undan skeiðsdegnum vóru tey millum annað útferð í Norðoyggjum. Sunnudagin vóru tey so og vitjaðu skúlabókasavnið á Skúlatrøð, har bókavørðirnir tóku ímóti teimum og vístu teimum skúlan.

 

Vonsild skole er á stødd við Skúlatrøð, og bókasavnið er mannað við bókavørðum allan skúladagin.

Skúlabókaasavnið í Vonsild skole vann ársins heiður fyri at vera innbjóðandi og nútíðarhóskandi og fyri fjølbroytt lesifremjandi tiltøk. Eisini ganga tey høgt uppí, at øll skulu hava somu atkomumøguleikar til bøkur antin at lesa ella lurta eftir bókum – eisini podvarpum.

Eisini hava tey regluligar rithøvundavitjanir, sum vísir seg at eggja ungum á staðnum at lesa. Á bókasavninum vísa tey nógvar bøkur fram, so næmingar altíð kenna til nýggjar bøkur ella til ymisk evni.

 

Hóast tey vunnu heiðurin sum Danmarks beste skolebibliotek 2025, so vóru tey sera hugtikin av okkara skúla og okkara skúlabókasavni og teimum lesifremjandi átøkunum, sum skipað verður fyri á Skúlatrøð. Tey vóru avgjørd og samd um, at tey fóru avstað aftur við íblástri og fara at brúka nøkur hugskot frá okkum.

 

Tað áhugaverda við sambandinum við starvsfelagar aðrastaðni og uttanlands er, at vit fáa íblástur frá hvørjum øðrum, og vit fáa eisini váttan um, at tað, sum vit gera, er gott og kann geva øðrum íblástur. 

Tá starvsfelagar hittast á hendan hátt, er nærliggjandi at fáa samstarv í lag í framtíðini. Livst, so spyrst.

 

Bókavørðirnir á Skúlatrøð eru sera væl nøgdir við vitjanina og somuleiðis við skeiðsdagin, har vit fingu rættiliga nógv fakligt burturúr saman við skúlabókavørðum úr øllum landinum.