Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvingar
2. mars 2026
Í farnu viku var stórt kunningartiltak í miðhøllini á Skúlatrøð. Hetta var fjølbroytt kunning um teir møguleikarnar, næmingarnir hava eftir lokið fólkaskúlaprógv.
Tey, ið vitjaðu vóru frá Yrkisdeplinum, Rótini, Føroya Fólkaháskúla, Miðnámi á Kambsdali, Glasir, Eftirskúlanum á Tvøroyri, Eftirskúlin Brúgvin, Musikkskúlamiðnám, Miðnám í Vestmanna, TSK, Sjónámi og Heilsuskúla Føroya.
Dagurin var upplýsandi, og gott var hjá næmingunum at fáa góð hugskot til víðari menning og útbúgving.
Á Skúlatrøð takkar fyri vitjanina.