DNA og basupør í 8. flokki

5. mars 2026

Í 8. flokki hava tey arbeitt við DNA-mýli. DNA-mýlið hevur snyrilsskap, er tvístreingjað og minnir eitt sindur um ein stiga. Streingirnir báðir eru síðurnar í stiganum. Hvør strongur er myndaður úr mýlum, sum aðru hvørja ferð eru kolvætumýl og fosfatmýl.

Millum báðar streingirnar eru 4 basur: A, T, C og G. Tað er raðfylgjan á hesum basum, ið ger av, hvussu ílegan sær út. Adenin (A) verður altíð greipað við thymin (T). Cytosin (C) verður altíð parað við guanin (G), og tey sita saman tvey og tvey millum báðar streingirnar.

DNA-mýlini í hvørjari einastu kyknu í kroppi okkara fevna um á leið 3,2 milliardir basupør í alt.

Í dag arbeiddu tey so við DNA og basupørum. DNA er tvístreingjað. Tað vil siga, at tað er bygt upp av tveimum streingjum, ið komplementera hvønn annan (eru mótsettir, men fullfíggjandi). Komplementerur merkir, at teir báðir streingirnir passa saman – teir spegla hvør annan. Basurnar verða altíð paraðar 2 og 2 og altíð við teimum somu. A við T og C við G.

DNA-streingirnir eru fullfíggjandi og mótsettir – teir hóska saman sum høgra og vinstra hond til hvørja aðra.

Hetta vekir áhugan hjá næmingunum og hugagóðir gjørdu teir uppgávur, sum myndirnar vísa, fyri at skilja alt hetta betri.