Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Hósdagin vóru tveir bólkar av næmingum á Skúlatrøð við til ársins SkúlaFM í íverksetan í Havn. Talan var um bólkarnar Offline, sum var mannaður av Jonu Bjørt, Eriku og Tatianu úr Valskúlanum og LumiLit við Maju, Annu, Juliu og Rógva úr 8.flokki.
Spenningurin var stórur hendan dagin í Dansifrøði, tá ið bólkarnir skuldu leggja fram fyri dómsnevnd og hundraðtals áhoyrarum. Sjey bólkar vóru við í finaluni í ár, og aftaná framløgurnar framførdu stjørnurnar úr HOYDALAR Sophilia og Filip nøkur løg. Síðani kunngjørdi dómsnevndin vinnararnar, og sigast kann ikki annað, enn at okkara bólkar kláraðu seg sera væl.
Genturnar úr Valskúlanum høvdu ment eitt spæl, sum fær fólk at vera meira virkin. Tær halda, at flestu okkara sita dekan ov ofta hvør sær við høvdinum í onkrum skíggja. Ofta hava vit hug at hava at børnunum, men munnu ikki tey vaksnu vera líka bundin? Hetta vildu Valskúlagenturnar gera nakað við, og úrslitið var spælið við sigandi navninum Offline.
Í stuttum er spælið eitt familjuspæl við nøkrum hugskotskortum, sum kunnu geva íblástur til at koma upp úr sofuni. Kortini hava tríggjar litir - reytt, gult og grønt. Á reyðu kortunum eru hugskot, sum krevja eitt sindur av tíð og orku, sum til dømis at fara ein fjallatúr ella á seiðaberg. Gulu kortini leggja upp til eitt nú ein súkklutúr ella spæla okkurt bóltspæl, meðan tað á grønu kortunum kann gerast her og nú, so sum at baka pannukøkur ella spæla eitt borðspæl. Harumframt eru nøkur blonk kort, soleiðis at til ber at leggja síni egnu yndishugskot afturat spælinum.
LumLit hjá 8. floksnæmingunum var ein ringur við ljósi í, sum kann nýtast við songartíð, í bussinum og alla aðrastaðni, har vit kunnu hava brúk fyri einum lesiljósi. Hugskotið er eisini her at hjálpa fólki at leggja telefonina frá sær eina løtu. Í staðin fyri at liggja undir dýnuni við telefonini, ber til við ringinum at leggja seg at lesa eina bók, uttan at tað er neyðugt við sterkum ljósið. Hetta er eisini snilt til dømis, tá ið foreldur lesa søgu fyri smábørnum við songartíð, soleiðis at tey ikki órógvast av øðrum ljósið í kamarinum. Ringurin hevur eisini eina klemmu og kann ljósið setast beinleiðis á eina blaðsíðu.
Tað hevur verið ein sera mennandi og lærurík tilgongd hjá Offline og LumiLit at fáa hugskot til veruleika, og sera nógv er at seta seg inn í. Ikki minst skuldu næmingarnir sjálvir seta seg í samband við mynduleikar og fyritøkur at fáa ráðgeving og hjálp. Báðir bólkar hava arbeitt fyrimyndarliga væl við verkætlanunum, og tryggjaðu tey okkum Á Skúlatrøð eisini bæði 2. og 3. virðisløn á ársins SkúlaFM í íverksetan, og fingu tey sera góð skoðsmál frá bæði dómarum og fyriskiparum. Vinnarin var Sjógló úr 9. flokki í Eysturskúlanum. Tey høvdu framleitt vitaminir úr restvøru av laksi.
Hjartaliga til lukku tit í Offline við 2. virðisløn og LumiLit við 3. virðisløn, vit kunnu bara vera errin av tykkum.