Grækarismessuhald á Skúlatrøð 12. mars 2026

12. mars 2026

Grækarismessuhald á Skúlatrøð 12. mars 2026

 

Í dag er grækarismessa, sum hevur sítt heiti eftir Grækaris Mikla, páva, sum doyði 12. mars í 604. Grækarismessa er ein vónríkur merkisdagur, og í morgun hevur grækarismessuhald verið á øllum deildum skúlans.

 

Tað var ein serstakliga góð løta í morgun, tá vit sungu tjóðsangin, meðan húsavørðirnir vundu Merkið á stong. Ein løta, sum væl kundi blivið afturvendandi.

Vit bóðu Faðir Vár, sum vit gera hvønn morgun og sungu sangir, ið heiðraðu tjaldrið. Eisini vísti skúlastjórin okkum á, at tað hevur týdning, at vit taka lesull upp í haganum, tá vit koma fram á hana, fyri at verja tjaldrið.

 

Løtan var eisini stór, tá næmingar í hvør síni deild hildu røðu. Sera dugnaligur næmingar, sum hava fyrireikað seg og við spenningi hava glett seg til løtuna.

Tað er gleðiligt og hugvekjandi at hoyra næmingar, sum umboða næmingaráðið, bera eina so vakra og hjartaliga heilsan fram fyri sínum skúlafelagum.

 

Niðanfyri hava vit lagt røðurnar hjá Ava Lín i 3.a og hjá Olaf í 4.a

 

 

Røðan hjá Ava Lín


Í dag er ein serligur dagur, tí í dag er grækarismessa.

Dagurin er serligur hjá okkum íFøroyum, tí hann fortelur, at várið er á veg. Tað merkir, at veturin fer at enda, dagarnir verða longri, og ljósið kemur aftur.

Tá várið kemur, fer náttúran at vakna aftur.

Blómur byrja at vaksa, grasiå verður grønari og fleiri fuglar koma aftur til Føroya.

Á grækarismessu hyggja nógv fólk eftir einum serligum fugli. Tað er tjaldrið. Tjaldrið er ein av teimum fyrstu fuglunum, sum koma til Føroya eftir veturin.

Kanska er tjaldrtið yndisfuglurin hjá onkrum av tykkum.

Tjaldrið er lætt at kenna aftur, tí tað eer svart og hvítt og hevur eitt langt reytt nev.

Tjaldrið býr ikkibara í Føroyum. Um veturin flýgur tað til onnur lond.

Vit vita ikki, um alt tað spennandi, sum tjaldrið hevur sæð á ferðini – men tað má dáma væl at vera at vera í Føroyum, tí hvørt ár finnur tjaldrið vegin aftur til Føroyar.

So tá vit síggja tjaldrið flúgva yvir bøin og hoyra tað klippa, vera vit glað, tí nú er várið komið, og tað merkir ljósari dagar og nógv spennandi ævintýr.

Og kanska kunnu vit eisini minnast til nakað annað hesa grækarismessu. At líka sum várið kemur við ljósi og gleði, so kunnu vit eisini gera dagin eitt sindur ljósari hjá hvørjum øðrum – við at vera blíð, hjálpsom og góð við hvønn annan og geva eit smíl.

Góða grækarismessu, øll somul.

 

Røðan hjá Olaf í 4.a


Grækarismessa 12. mars 2026 

Góðu næmingar og starvsfólk sum eru komin saman her í morgun. 

Í dag er 12 mars. Hesin dagurin, sum eitur Grækarismessa, hevur fingið navn eftir einum páva, sum kallaðist Grækaris hin mikli. Hann doyði 12 mars ár 604 og varð skýrdur halgimenni stutt eftir hann doyði. 

Grækarismessa er ein dagur, har vit í Føroyum fagna várinum og ikki minst tjaldrinum, okkara tjóðfugli, sum kemur heim til Føroyar í dag aftan á eina langa ferð suður um hav, úr Wales, Fraklandi og enntá úr Afrika. 

Hví fagna vit tjaldrinum? Hví er tjaldrið okkara tjóðfuglur?  Hvørt ár koma túsuntals tjøldur til Føroya. Tjaldrið er sera vakurt á at líta. Svartur og hvítur fuglur við reyðum nevi og við ljósareyðum beinum. 

Tjaldrið verjir sítt búøki væl ímóti ránsfuglum. Hetta fáa aðrir heiðafuglar ágóðan av. Tá ránsfuglar koma og ætla sær at stjala egg, tá jagstrar tjaldrið teir burtur. Hetta ger at tað er trygt hjá teimum veikaru heiðafuglunum at vera tætt at tjaldrinum, tí tjaldrið hjálpir teimum veikaru. Tað er djarvt og trúfast. Tí er tjaldrið okkara tjóðfuglur.  

Tað er hugaligt at hugsa, at hóast tjøldrini ferðast túsuntals kilometrar, ja, so finna tey altíð leiðina heim aftur til okkara vakra oyggjaland. Her byggja tey síni reiður, tí her er gott at vera. Hetta trúfesti og viljin at koma aftur, tað er nakað, sum vit kunnu læra av.  

Hetta skúlaárið er við at halla, og hesin dagurin kann minna okkum á at halda á, at gleða okkum til tað, sum kemur. At vit skulu vera til reiðar at flyta okkum, eins og tjøldrini, sum altíð finna leiðina heimaftur. 

Tjaldrið lærir okkum, at vit eru ein flokkur, eitt samfelag, og vit koma longst, tá vit ferðast saman og hjálpa hvørjum øðrum. 

Góðu áhoyrarar. Lat okkum taka móti várinum við opnum ørmum. Lat okkum gleðast um ljósið, um fuglarnar, um náttúruna og alt sum sprettir aftan á ein langan vetrardvala.  Og ikki minst. Latið okkum gleðast um hvønn annan, og um allar tær góðu løturnar sum hava verið, sum eru, og sum koma. 

 

Góða grækarismessu og takk fyri. 

 

Við røðunum frá næmingunum, nøkrum myndum og einum video vilja vit ynskja øllum eina góða grækarismessu.