Ein skapandi og litrík vika

20. mars 2026

Skapandi og litríkir evnisdagar

Nú eru skapandi evnisdagar komnir at enda hesaferð, og nógv er komið burturur.

Evnið var havið og næmingar hava evnað ymiskar fiskar og aðrar verur, sum finnast í havinum. Eisini hava næmingarnir gjørt sínar egnu fantasiverur, sum nú prýða veggir og loft. 

Til morgunsangin hava vit m.a. hoyrt nakað um serstakar verur í havinum og sungið Stórhvalagildið, Sildavalsin og Tíðin rennur. 

Góðir og væl skipaðir evnisdagar, har vit hava kunnað roynt okkara skapandi evni.